Hey

Vit eru – ein KT-fyritøka í Føroyum, stovnað av okkum, Thomas Gravdal úr Noregi og Svend Ingi Krosstein úr Føroyum. Saman brenna vit fyri at nýta tøkni til at gera gerandisdagin hjá fyritøkum lættari og meira munadyggan.

Okkara høvuðsmál er einfalt: Vit vilja hjálpa tykkum at betra um botnlinjuna – bæði við at spara pengar og við at økja um inntøkuna. Hetta gera vit við at kava niður í arbeiðsgongdirnar hjá tykkum. Vit greina og finna fløskuhálsar, har virði fer fyri skeytið, og eyðmerkja nýggjar møguleikar, har tøkni kann skapa vøkstur.

Vit elska at finna snildar og einfaldar loysnir á fløktum trupulleikum. Við at kombinera neyvar analyser við røttu KT-amboðunum, hjálpa vit tykkara fyritøku at arbeiða meira effektivt.

Vit eru altíð klárir til eitt óbindandi prát um, hvussu vit kunnu hjálpa júst tykkum.

Heilsan,
Thomas og Svend Ingi