KI – men hvar byrja vit?

Nógvar fyritøkur vita ikki, hvat KI veruliga kann, ella hvar tey skulu byrja. Vit skilja hetta væl. Vit tosa ofta við fyritøkur, sum óttast at ikki fylgja við.

Vit koma inn og greina tykkara fyritøku. Síðani finna vit út av, hvussu KI kann gagnast tykkum – ikki øvugt. Tøkni skal skapa virði fyri fyritøkuna og kundarnar.

Soleiðis arbeiða vit

  1. 1

    Prát

    Vit byrja við einum óbindandi práti um tykkara fyritøku.

  2. 2

    Greining

    Vit kava niður í arbeiðsgongdirnar og finna fløskuhálsar, har virði fer fyri skeytið.

  3. 3

    Uppskot

    Tit fáa eitt greitt uppskot – við ella uttan KI.

Vit kenna KI væl, men okkara høvuðsmál er at skapa virði fyri føroyskar kundar.

← Aftur